30. mars: Skapandi verkstova fyri børn

Sunnudagin, 30. mars kl. 15.00 skipa vit aftur fyri barnatiltaki í Føroyahúsinum. Hetta er seinasta skapandi verkstovan hesa vetrarhálvuna 🙂

Vit tekna og mála, líma, klippa og klistra, syngja onkrar føroyskar barnasangir og hugna okkum saman.

Skilagott er at vera í klæðum, sum tola ein málingablett.

Øll børn eru so hjartaliga vælkomin saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum avvarandi.

Selma Ellingsgaard stendur fyri tiltakinum.

Verkstovan er frá kl. 15:00 til 17:30

Vit gleða okkum at síggja tykkum til enn eina kreativa, stuttliga og hugnaliga løtu saman 🙂