Nú kanst tú hoyra spennandi fyrilesturin hjá Rana Nolsøe um pílagrímsferðina til Amerika, har hann leitar aftur til tann fantastiska tónleikin, sum tók seg upp millum trælirnar í USA og toppaði við Elvis Presley, áðrenn tónleikurin ígjøgnum Radio Luxembourg skolaði inn yvir Føroyar, vakti ungdómin til lívs, og skapti eksplosivu undirtøkuna í Vági, idolini í Havn og skelkin í Klaksvík, tá harður streymur varð settur á tónleikin.
Kom við til eitt hugnaligt tiltak við fyrilestri og tónleiki, sum verður hildið í samband við nýggju bókina ‘Endiliga – rokk tónleikurin er komin til Klaksvíkar’, sum verður løgd fram tann 29. mars í 2025.
Við atgongumerkinum fært tú:
– Fyrilesturin í myndum, orðum og tónum
– Bókina tá hon kemur út tann 29. mars 2025
– Tríggjar teir fyrstu kapitlarnar sum pdf og ljóðfílu, áðrenn bókin kemur út.
– og eitt super kvøld í Føroyahúsinum.
Høvið verður eisini at keypa eina høsnarungatvíflís fyri kr. 50,- og við eini danskari øl, sodavatni ella glasi av víni fyri kr. 70,-
Atgongumerki á Atgongumerki.fo.