Føroyahúsið skipar fyri rimmar jólabingo og lutaseðlasølu við hópin av góðum vinningum.
Millum annað er ein rúgva av vakrari málninga- og fotolist eftir m.ø. Elsu Heinesen, Gert Róðá, Bruno M. Eysturstein, Lenu Nicolajsen og Selmu Ellingsgaard at vinna, eins og smúkkur frá Turið Nolsøe Mohr, hondbundið plagg, gávukort frá m.ø. Vivi, Ice Food, Føroyahúsinum, Atlantic Airways, Country Festivalinum, G!, Betri Banka, Føroyabanka, Føroya Symfoniorkestri (heystkonsertin) og aðrir góðir vinningar.
Kaffistovan verður opin, har vit selja kalt úr barrini, gløgg, rís a la mande og eisini ber til at keypa fisk við heim, m.a. raspað flak, knettir, frikadellur og turran fisk frá Norðfra
Vit gleða okkum almikið at síggja teg og tíni.