Leygardagin 8. mars verður Altjóða kvinnudaguriní Føroyahúsinum.
Kom við, tá vit hátíðarhalda Altjóða kvinnudagin, við 3 áhugaverdum kvinnum, sum tosa um alt frá íverksetarí til yvirgangsár.
Skrá fyri dagin
Kl. 17.00: Dyrnar lata upp og barrin er opin
Kl. 17.30: Forkvinnan bjóðar vælkomin
Kl. 17.45: Fyrilestur við Sólbjørg Skoubo*
Kl. 18:15: Vit borðreiða vid lekrum og løttum rættum
Kl. 19.00: Fyrilestur við Svannu jákupsdóttir*
kl. 19.30: Fyrilestur við Mariu Fagranes* og kaffemunnur/dessert afturvið
Kostnaður fyri limir: kr. 175,-
Fyri onnur: kr. 245,-
Meldi tykkum til á mail: kvinnufelag@gmail.com í seinasta lagi 1. mars.
Tilmelding er galdandi, tá tú hevur goldið.
Upphæddin skal gjaldast v/tekning og á: Reg: 4190 Kontonr.: 1069608 ella MobilePay: 956941 (minst til at skriva navn á)
Blíðar heilsanir
Kvinnufelagið
Meira um fyrileystrahaldarirnar***
Sólbjørg Skoubo
Sólbjørg Skoubo er 27 ára gomul og byrjaði sum íverksetari sum bert 22 ára gomul. Hon arbeidur sum online coach, har hon coachar kvinnur online innan vekttap og sunnan lívsstil. Sólbjørg hevur eisini sitt egna klædnamerki Sun Athletics, ið selur venjingarklæðir til kvinnur. Hon fer at greida frá um sínar fyritøkur og hennara ferð sum íverksetari.
Svanna Jákupsdóttir
Svanna er útbúgvin sálarfrøðingur og arbeiðir millum annað við narrativari terapi, ið leggur dent á, hvussu menniskju skapa og siga frá søgum um lív sítt.
Svanna hevur givið út yrkingasavnið ”Yvir um ferð”.
Kenslur, kynslív, mána-ringrásin, endaleysa endurtøkan – rein og skitin. Blóð og eggloysn og dømandi moralskar røddir uttan um kroppin, og børn og bindingar og floygd børn og eitt sindur av luft, sum perspektiverar bindingarnar – kvinnur við felags lagnu fylkjast, og so endar tað tunga, strævna, klaustrofobiska ein sólfyltan várdag við reinum koddavárum í lotinum.
Savnið Yvir um ferð spretti burtur úr tonkum um ferðir í kvinnulívinum – serliga seinnapartin av lívinum – hvat hendir við kvinnukroppinum, tá mánasjúkan byrjar at hvørva, tá østrogenið minkar og tá kroppurin ikki longur kann framleiða børn?
Maria Fagranes Clemmensen
Hvussu eru umstøðurnar hjá kvinnum í íverksetanarheiminum í dag, og hvørjar avbjóðingar møta vit framvegis í Norðurlondum?
Maria Fagranes Clemmensen deilir sínar royndir sum íverkseti og vegleiðari hjá øðrum íverksetarum og granskar, hvussu vit kunnu stýra ígjøgnum forðingar, finna javnvág millum arbeiðslív og privatlív og standa sterkar í okkara kvinnuliga urmegi og autenticiteti.
