Føroyska kvinnufelagið í Keypmannahavn skipar fyri altjóða kvinnudegi í Føroyahúsinum 8.marts kl. 13.00.
Skrá:
Kl. 13.00: Frokostur.Drekkivørur verða til keyps.
Kl.ca.15: Christin Plate og Elsa Zachariassen halda fyrilestur um søguna hjá Føroyska kvinnufelganum í Keypmannahavn.
Felagið hevur verið í býnum í skjótt 80 ár, og byraði í 1944 undir heitinum, “Færøske kvinders forening”.
Nógvar broytingar eru farnar fram í samfelagnum síðan tá, og ikki minst í lívinum hjá kvinnum gjøgnum hesi mongu farnu árini.
Á tiltakinum varpað vit ljós á tær, ið stovnaðu felagið, endamál- og søgu felagsins upp til okkara tíð, umfamt á serstaka felagskapin í felagnum.
Seinni er felagssangur, hugni og prát.Dagurin er bert fyri kvinnur.Bæði limir og ikki limir eru hjartaliga vælkomin.
Kostnaður fyri limir: 150,-
Ikki limir: 200,-
Seinasta freist at teknað seg er 03.03.22 hjá Sólklár Haraldsson, tlf 31 31 32 62
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Vegna nevndina,
Marita Bau,
Forkvinna.