Í samband við at Hans Petur í Brekkunum fer frá sum leiðari í
Føroyahúsinum, vilja vit fegin bjóda tykkum til móttøku í Føroyahúsinum leygardagin 7. september frá kl. 14.00-16.00.
Høvið verður eisini at heilsa upp á nýggja leiðaran, Sissal Kampmann.
Um tit ynskja at lata eina fráfaringarheilsu, verður henda vinarliga
biðin um ikki at vera í skapi av blómum ella øðrum vøkstri.
Blíðar heilsur,
Føroyahúsið í Keypmannahavn