Nýggja krimibókin »LIST«, sum Eyðun Klakstein hevur skrivað, verður løgd fram í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hóskvøldið 11/11 kl. 18:30-20:00.
Boðið verður til hugnaløtu, har høvundin fer at greiða frá útgávuni.
Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale fer at siga nøkur orð um bókina. Og rocksangarin Dagfinn Joensen framførir nakrar sangir.
Og so verður okkurt gott at fáa eisini – breyð við føroyskum viðskera og okkurt gott leskandi.
Almenni útgávudagurin av bókini er 16/11, men hetta kvøldið verður eitt avmarkað tal av bókum selt fyri serprís.
Tiltakið er alment og ókeypis!
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Skráin:
18.30-19.00: Vælkomst. Vit bjóða breyð við skerpikjøti og føroyskari rullupylsu og okkurt gott leskandi
19.00-19.30: Framløga
19.30-20.00: Hugni og bókasøla