Nú korona er við at sleppa takinum, byrjar Eldraskýlið í Føroyahúsinum mikudagin 29.09.21 kl. 12.00.
Eldraskýlið verður hvønn mikudag framyvir. Broytingar í degi ella tíðspunkti, Eldraskýlið er, kunnu koma fyri, um td. skeið er í húsinum.
Á Eldraskýlinum hittast eldri fólk til prát og hugna. Kaffistovan selur kaffi, te osfr, og tit hava sjálv ein matpakka við til frokost.
Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin, og ikki er neyðugt at teknað seg til tiltakið.