Fernisering – Torgunn Thomsen

Listakvinnan Torgunn Thomsen er ættað úr Havn og hevur búð i Keypmannahavn síðan 1970.

Torgunn tók læraraútbúgving í 1981 har hon hevði Evning/Myndlist sum lærugrein og síðan tá hevur Torgunn mála. Ofta eisini í Grikkalandi, hvar hon, sum ein vinkona plagar at siga, brúkar tað serliga ljósi í eygunum, hon sum føroyingur er fødd við.


Íblásturin kann koma allastaðni frá. Eitt nú mynstri í rustini á sponskum kloakdekslum, pussigar litsamansetingar ella tað serliga møti millum olivengrønar klettar og tí klára bláa ella turkisa sjógvi. Litir hava ein stóran týdning.

Í løtuni málar Torgunn oftast abstraktiónir, sum ofta hava upphavsstøði í nátturuni – hjá Torgunn bæði tí føroysku og grisku.

Til hesa framsýning hevur Torgunn málað við akrýl og bleytum blýanti, eisini kallað gouache.Føroyska Listafelagið í Danmark bjóðar til fernisering við Torgunn Thomsen.

Sunnudagin 8.mai kl. 15-17

Føroyahúsið – Vesterbrogade 17A

Sí facebook tiltak her.