Góðu Føroyahúsvinir,
Hervið vilja vit kunngera tey gleðiboð, at Føroyahúsið nú hevur fingið tey loyvi, ið sett vóru av myndugleikunum fyri at lata upp fyri virkseminum í Húsinum.
Stjórnin hevur kunngjørt, at 6. mai fáa m.o. mentanarhús loyvið at lata upp aftur, og tískil lat Føroyahúsið loksins upp aftur, hósdagin 06.05.21 kl. 11.00 – 17.00.
Tit eru tískil vælkomin á vitjan í nýumvælda, bláa húsinum á Vesterbrogade 17A. Kafein er opin, og fiskavørur og føroyskar drekkivørur eru eisini til keyps.
Harumframt hevur tú møguleika at síggja frálíku fotoframsýningina hjá dugnaliga myndamanninum, Gert Róðá, ið Føroyska Listafelagið í Danamark skipar fyri, eins og møguleiki er fyri at lesa føroysk bløð og bøkur.
Neyðugt er at vísa galdandi koronupass og at halda tær reglur og tey tilmæli, ið sett eru í mun til umfarsóttina.. Hetta merkir m.a., at vit øll nýta munnbind, vaska og spritta hendur, halda kravdu frástøðuna osfr.
So hvørt samfelagið vónandi letur meir og meir upp komandi tíðina, gera vit sjálvsagt tað sama í Føroyahúsinum.
Hetta merkir, at øll tey góðu, gomlu, kendu og saknaðu tiltøkini, og nýggj, spennandi tiltøk, vit hava glett okkum til at halda, verða hildin, so skjótt møguleiki verður til tess í mun til koronuna.
GG. Til ber tíveri ikki vegna koronutilmæli at bíleggja ella leiga høli í Føroyahúsinum til td veitslur, skeið osfr, ið skulu haldast áðrenn 1. september.
Til ber tó at hittast til td fundar v.m. í smærri bólkum.
Hvørji tiltøk, og nær hesi tiltøk verða, verður kunngjørt á facebook- og heimasíðu okkara, eins og vit senda út tíðindabrøv. Vit gleða okkum sjálvsagt eisini ótrúliga nógv til, at føroyski skúlin fyri børn byrjar aftur eftir summarfrítíðina, og at mongu og fjølbroyttu feløgini í húsinum taka virksemi sítt upp aftur og harvið eru við til at myndað húsið eins og áður.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll í okkara sárt saknaða Føroyahúsi.
Fyribilsupplatingartíðirnar eru hesar: Mánadag til fríggjadag: 11.00 – 17.00.