Hatha Yoga

Er tú vorðin í so stirvin í kroppi og sinni eftir sóttarhald og ein langan vetur, eins tú hevur saknað Føroyahúsið, hevur tú hervið møguleikan at gera nakað við báðar støður – og møguliga við fleir enn tað.
Rebekka Dahl Thomsen, ið seinastu trý árini hevur lært og givið frálæru í yoga i India/Nepal. byrjar nevniliga Hatha yogaskeið í Føroyahúsinum í morgin, týsdagin 18.05.21 kl. 17.15 – 18.30, har roynd eins óroynd eru hjartaliga vælkomin.
Bleytt Hatha Yoga er ein tími, har tú verður vegleidd/ur í at hyggja og kenna inneftir.
Tímin tekur støði í grundleggjandi yogastøðum, meditatión og andadrátsvenjingum við róligari ferð og steðgi millum støðurnar.
Miðsavnanin í venjingini er andalagið, at finna frið og at endurnýggja orku. Við reguligari venjing lærir tú at fremja klassisku støðurnar rætt, har atlit verður tikið til tørvin, tín kroppur hevur.
Tað, tú røkir, veksur.
Orsaka av Covid-19 er tíverri avmarkað atgongd til tímarnar og tískil er neyðugt at teknað seg til tíman á tlf 21 86 56 45, eins galdandi koronapass og munnbind, tá vit ferðast í húsinum er krav. Hóast allar leiðreglur við frástøðu, spritti osfr verða fylgdar, er eisini neyðugt at tit kunnað um navn og tlf. nr. í mun til møguliga smittufráboðan- ella slóðan eftir tiltakið.
Undirvíst verður týs- og hósdagar kl. 17.15 – 18.30 til húsið fer í summarfrí 20. juni.
Ikki er neyðugt at binda seg til allar tímarnar, men at luttaka teir dagar, tað liggur fyri hjá tær.
Kostnaður: 100kr. pr. tíma.
Til ber at rindað við reiðum peningi ella við MobilePay.
GG: TAKIÐ YOGAMÁTTU VIÐ.
Eftir summarfrítíðina byrjar undirvísingin í Hatha Yoga aftur.