JÓLAAFTAN Í FØROYAHÚSINUM

Vit hava í hyggju at halda jólaaftan í Føroyahúsinum í ár, um undirtøkan verður nóg stór.

Ætlanin er at hittast í húsinum kl. 15.30.

Síðan fara tey, ið eru áhugaði saman til jólaguðstænastu í kirkju í grannalagnum, meðan køksfólkið ger døgverðan liðnan.

Til ber eisini at koma kl. 17.00 um hetta hóskar betur.

Afturkomin í húsið, verður borðreitt við jóladøgverða, dunnu og fleskasteik við tilhoyri kl. 17.30.

Omaná verður rís a la mande, kaffi og te.

Afturvið matinum verður bjóðað eitt glas av víni, ein øl ella ein sodavatn til hvønn veðra.

Eftir matin verður jólasangur, pakkaspæl osfr.

Neyvari skrá kemur seinni, tá vit hava yvirlit yvir, hvussu nógv, ella nóg nógv, teknað seg til jólaaftanshaldið.

Við jólaaftanstiltakinum ynskja vit at øll, ið hava hug til tess, fáa møguleika at savnast og halda jól saman í hugnaligum umstøðum og í góðum selskapi.

Um tú er áhugað/ur í at halda jól saman við okkum í Føroyahúsinum, skriva ein teldupost til Info@fohus.dk ella ring á 28 35 33 07.

Merk t-postin: Jólaaftan.

Kostnaður: 75 kr pr persón fyri matin + eina drekkivøru afturvið matinum.

Børn undir 14 ár, ókeypis.