Av teirri orsøk, at brandeftirlitið hjá kommununi ikki hevur góðkent, at Føroyahúsið verður nýtt til størri tiltøk, hava vit fingið jólainnivist í samkomuhølunum í Hans Egede kirkju, Vardegade 14, Kjøpinhavn Ø.
Vit heita á øll vitjandi og allar gestir hjá Føroyahúsinum um at leita sær út á Eystarubrúgv, 9. desember kl. 17.30.
Borðreitt verður við einum klassiskum jólabakka, har alskyns viðskeri verður at fáa. Omaná verður sjálvandi ris á la mande við kirsuberjasós.
Øll fáa durasnaps, men annars verda fólk biðin um at hava drekkivørur við sær.
Vit hava fingid gjáarmannin og fv. biskupp Hans Jacob Joensen sum røðara. Hann heldur jólahugleiðingar um leyst og fast.
Tað verður eisini tónleikur.
Tilmelding: Áhugaði verða biðin um at venda sær til Sissal Kampmann, leiðara í Føroyahúsinum á info@fohus.dk, nevn teldupostin: Jólaborðhald 2019, ella ring til Virgar Dalsgaard á telefon 30364175 í seinasta lagi leygardagin tann 30. november.