Danski palllistabólkurin PARADOX og Føroyahúsið bjóðað til smakkroynd av leikinum, Løsrivelsen – en scifi om Rigsfællesskabets sidste dag í Føroyahúsinum, hóskvøldið 17.03.22 kl. 19.30
Frumframførslan verður í juni 2022, men 17. mars lesa vit brot úr fiktivu søgu okkara, og hervið verður skjøtil settur á verkætlanina.
Verkætlanin snýr seg um heildarspurningin um Ríkisfelagsskapin.
Skulu Føroyar og Grønland loysa frá Danmark, so tey kunnu verða sjálvstøðug, og um so er, nær skal hendan loysingin verða, ella verður hon nakrantíð?
Eisini verður pallborðskjak, har fólk, ið eru væl inni í, hvussu hesin heildarspurningurin sær út frá føroyskari, grønlendskari og danskari frásjón.
Vónin er, at áskoðarin luttekur í kjakinum. Leikurin, Løsrivelsen fer at snúgva seg um tann fiktiva dagin í 2033, tá Føroyar og Grønland loysa frá Danmark.
Leikurin skal rannsaka, hvørjar kenslur og støður koma upp í londunum, tá/um hjálandaveldi upploysist.
Vit zooma inn í dreymarnar, óttan og tvístøðurnarVerkætlanin er samstarv millum danska PARADOX, Katuaq í Nuuk og Norðurlandahúsið í Tórshavn, Odense Teater og Kolding Egnsteater.
Toymi handan verkætlanina er:
Daniel Wedel (DK/SE) Leikstjóri og rithøvudur
Vivi Sørensen (GL) Rithøvundur og dramaturgur
Martin Eriksson (SE) Pallur, búnar, grafisk design
Durita Sumberg (FO) Framleiðslustjóri og fundraisari
Mariann Hansen (FO) Sjónleikari
Karina Møller (GL) Sjónleikari
Mohamed Ale Osman (DK/SO) Sjónleikari
Henriette Rosenbeck (DK) Sjónleikari og framleiðslustjóri
Leikurin ferðast soleiðis:
– Nuuk: 4.-6. juni 2022
– Keypmannahavn: 9.-11.juni 2022
– Tórshavn: 16.-18. juni 2022
– Odense Teater: 28.aug-3.sept 2022
– Kolding Egnsteater: 7.-11. sept 2022