Sjálvboðin starvsfólk í Føroyahúsinum 2. annaðkvøld

Hevur tú hug at veita sjálvstøðugt arbeiði nakrar tímar í Føroyahúsinum til ræstkjøtaveitsluna 26. desembur , er tín hjálp meir enn vælkomin og ikki minst kærkomin.

Á hvørjum ári, skipar Føroyahúsið fyri tveimum serstøkum tiltøkum, vit eru sera errin av og glað fyri, har tørvur er á sjálvbodnum hondum, nevniliga ræstkjøtaveitslan annað jólakvøld 26. desembur og til ólavsøkuhaldið 28.juli. Hetta eru tvey afturvendandi, vælumtókt tiltøk, ið hava alstóran týdning fyri felagsskapin millum føroyingar í Danmark, vitjandi úr Føroyum, áhugaðum úr Danmark og restini av heiminum, umframt at tiltøkini eru ein serstakliga týdnigarmikil partur av samleikanum hjá og grundarlagnum undir Føroyahúsinum.

Orsøkin til, at tørvur er á sjálvbodnum hesi tiltøk er hon, at flest øll starvsfólkini í húsinum eru í Føroyum hesi tíðarskeiðini, umframt at tiltøkini eru so stór og umfatandi, at tørvur er á eyka hondum og góðum fólki. Vaktin annað jólakvøld er umleið fýra tímar long, og kann vera servering, uppvask, barrarbeiði, duravørðaarbeiði við mongum meira. Serliga er tørvur á hjálp 26. desembur millum kl. 17.00 og 21.00.

Hevur tú hug at vera ein partur av hesum stuttliga, rokaliga og gevandi tiltakinum, har tú er við til at fáa tiltakið at rigga júst sum tað skal, er tú hjartaliga vælkomin at senda ein teldupost á info@fohus.dk ella ringja til 28 35 33 07.

Lønin er eitt gott kvøld við góðum mati og lagi í góðum selskapi, umframt eitt hugnaligt kokkagildið, har tú verður uppvartað/ur við alskyns góðum frá føroyska og danska matarlepanum.

Vit gleða okkum almikið at hoyra frá tær.