Sjálvboðin til ólavsøkuhaldið, 28. juli, 2025

Nú stundar til ólavsøkuhaldið í Føroyahúsinum, ið verður hildið mánadagin, 28. juli, 2025.
Í hesum sambandi hava vit tørv á allari hjálp, ið til ber at fáa.

Arbeiðsuppgávur umfata m.a. at:
– standa í kafé/barr
– søla av mati
– hjálpa til við uppvaskinum
– avrudding

Sum tøkk fyri hjálpina, verður eitt hugnaligt kokkagildi í septembur við alskyns góðum mati av bæði sjógvi og landi umframt gott afturvið.

Um hetta hevur tín áhuga, vinaliga vend tær til tlf: +45 31 17 48 68 ella á email info@fohus.dk