Útgávukonsert við bólkinum, Meejah.

Danski/koreanski bólkurin, Meejah bjóðar til hátíðarhald og útgávukonsert í samband við frumútgávu teirra, Queen of Spring í Føroyahúsinum, fríggjakvøldið 18.06.21 kl. 20.00.
Bólkurin hevur brúkt alt 2020 upp á at innspæla útgávunua í BlipBlop studio í Roskilde og hevur samstarvað við framleiðaranum, Jens L. Thomsen (FO), Rune Borup, Lille Høg og Magnus Lindberg í Stockholm, umframt føroyska bólkinum, Frostfelt og trummuleikaranum, Emil de Waal og Rune Nugge Kristensen.
Útgávan er ein ringrás kring 8 trigrammini í koreanskari og taoistiskari filosofi.
Heaven ☰ Summer Fire ☲ Earth ☷ Water ☵ Lake ☱ Thunder ☳ Wind ☴ Mountain ☶
10 høvundar, ið áður hava framført sekvensin live saman við bólkinum, hava skrivað yrkingar á føroyskum, donskum, enskum og íslendskum við íblástri úr korenaksa yrkingaslagnum, Sijo sum ein part av bóklinginum. Yrkjaranir eru: Kim Simonsen, Julie Sass, Siri Ranva Hjelm Jakobsen, Vonbjørt Vang, Eva Tind, Søren Peter Nielsen, Lars-Emil Foder, a rawlings og Rannvá Holm Mortensen.
Neyðugt er at hava negativan koronatest ella koronapass og at senda ein mail á info@fohus.dk við for- og eftirnavni og tlf nr. í mun til smittuslóðargreinan. Frámerk t-postin: Meejah.
Konsertin er ókeypis.
GG: vegna tekniskar trupulleikar við NETS og smittuvanda við reiðum peningi, er tíverri bert møguligt at gjalda við MobilePay í barrini.
Meejah er Daniel Nayberg, Andreas Isbrandt Løvenskjold og Mai Young Øvlisen