11. januar: Listafelagið í Keypmannahan skipar fyri fyrilestri við Kinnu Poulsen: LIST21

Mikukvøldið 11. januar 2023 kl. 19.30 heldur Kinna Poulsen fyrilestur um verkætlan sína LIST21, sum hon hevur fingið stuðul frá Mentanargrunninum til at fremja í verki. Tiltakið er ókeypis og tekning er ikke neyðug.

LIST21 snýr seg um myndlist í Føroyum í 21. øld við denti á samtíðarlistina og er ein roynd at gera eina samlaða lýsing av støðuni. Leingi bar til at umrøða og viðgera føroyska list sum var talan um eittans listaslag við einum einstøkum samleika og framburði. Hetta broyttist so líðandi fram móti aldarskiftinum og í 21. øld er hent eitt grundleggjandi sporskifti í føroyskari myndlist, ið hevur við sær, at vit í dag hava fleiri leiðir innan føroyska myndlist. Í okkara tíð er føroysk myndlist vorðin ríkari og meira fjølbroytt enn nakrantíð áður og snýr fyrilesturin seg um hesa menningina.

Kinna Poulsen skrivaði sítt fyrsta ummæli í útisetablaðnum Oyggjaskeggja í 1996 og hevur síðani tá havt fingurin á pulsinum í samtíðarlistini sum ummælari, kurator, viðmerkjari og høvundur. Hon hevur skrivað bókatekstir um Steffan Danielsen, Tórodd Poulsen, Hansinu Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy, Knud Odde, Claus Carstensen, Julie Sass og fleiri.