12. novembur: Mortansaftandunna og pubkviss i Føroyahúsinum

Leygarkvøldið 12. novembur kl. 18.00 borðreiður Føroyahúsið við seinkaðari mortansaftansdunnu og tilhoyri. Omaná verður rís a la mande við kirsuberjasós, kaffi og te.

Kostnaður fyri verðan er 200,-

Tekning til tiltakið í seinasta lagi týsdagin 8. novembur á info@fohus.dk ella við at ringja á 28 35 33 07. Vinaliga skriva navn á øllum teim, tú teknar.

Eftir dunnuna kl. 20.30 lata vit dyrnar upp til pubkviss! Óluva Nattestad er kvissmeistari og bjóðar tær av við stuttligum, hugkveikjandi og læruríkum spurningum innan tónleik, politikk, mentan, ítrótt, filmslist og mongum øðrum. Vit byrja at kvissa kl. 21.00 og barrin verður sjálvsagt opin alt kvøldið.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!