12. og 26. februar: Lesibólkurin lesur yrkingasavnið “Svørt orkidé”

Komandi verkið, vit lesa í føroyska lesibólkinum í Føroyahúsinum, verður spildurnýggja yrkingasavnið “Svørt orkidé” eftir Vónbjørt Vang. Yrkingasavnið verður viðgjørt í lesibólkinum 12. og 26. februar kl. 17.30 – 19.30. Bókin fæst til keyps í Føroyahúsinum frá 29. januar og kostar 250,-

Øll eru vælkomin í føroyska lesibólkin, ið er annaðhvørt mánakvøld kl. 17.30 – 19.30 og púra ókeypis. Send ein t-post á info@fohus.dk ella ring 28 35 33 07, um tú vil vera við.

Um yrkingasavnið

Í bókini Svørt orkidé kemur lesarin tætt at lívinum á einari mammu, sum sigur frá sínum royndum við at eiga ein son, ið stríðist í lívinum. Bókin er skrivað við lýriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum og við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni.