13. septembur: 60+

60+

Nú stundar til enn ein hugnaligan mikudag, har +60’arnir aftur talríkir hittast í Føroyahúsinum til ein góðan bita, kaffi, te, kalt frá barrini, søtt, hugnaligt prát og samveru og áhugavert innslag. Borðreitt verður við góðum breyðbita kl.13.30.

Teknað teg og tíni við at senda boð á info@fohus.dk ella ringja ella skriva sms-boð á tlf. 28 35 33 07 innan týsdagin 12. septembur kl. 17.00.

Kostnaður 60 krónur fyri hvønn. Til ber at gjalda við MobilePay og korti.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

60+ verður aftur hesar dagar:

27. septembur

11. oktobur

25. oktobur

8. novembur

6. desembur

Allar dagar kl. 13 – 16