15. januar: Fernisering

Sunnudagin 15. januar kl. 14.00 – 16.00 verður fernisering við Ann Kristoffersen, Annette Kampmann, Malene Kløve og Hedvig Poulsen. Øll eru vælkomin.

Listafelagid bjóðar vín, ábit og eisini verður eitt prát um hvat hugtekur listakvinnurnar í Føroyum og hvussu tær hava funnið saman í listini.

Tær fýra listakvinnurnar, Ann Kristoffersen, Annette Kampmann, Malene Kløve og Hedvig Poulsen fylgdust á 4 ára útbúgving á listaskúla í Århus. Tær tóku endaligt prógv í 2018, og eru sostatt ”Billedkunstnere fra Århus Kunstakademi”. Listakvinnurnar høvdu áhuga at gera námsferð til Føroya. Í mai/juni 2019 fóru tær til Funnings við tekniblokkum, vatnlitum og blýantum. Hedvig er fødd í Tórshavn, men familjan í móðurætt er úr Funningi. Skúlin stóð tómur og har sótu tær hvønn dag og teknaðu og gjørdu skitsur. Hurðin var opin og fólk vóru vælkomin inn á gólvið at fylgja við í processini. Í Funningi er sera friðarligt og gott listarligt umhvørvi. Har hoyrist fuglur, seyður og aldubrot. Allar fýra vóru tær serliga hugtiknar av náttúruni, neystunum og gomlu trækirkjuni.