18.-19. novembur: Jólabasarur

Føroyski jólabasarurin í Føroyahúsinum verður 18. og 19. novembur kl 12.00-16.00. Nógvir góðir bundnir lutir til bæði menn, kvinnir og børn, ymiskt listahandverk oa spennandi. Eisini er kafé við breyði og vaflum og góðum lottaríi. Alt yvirskotið fer til góðgerandi og mentanarlig endamál.

Les meira um jólabasarin á Facebook.