2. oktobur: Tiltak við Articon fyri føroyingar innan verklags- og byggivinnu

Komið og hoyri meira um tykkara møguleikar sum lesandi, eitt nú at verða starvslesandi, koma í summarstarv, gera uppgávur saman við ArtiCon og starvsmøguleikar eftir útbúgingin er liðug. Føroyingar sum arbeiða innan verklags- og byggivinnuna á Sælandi er eisini vælkomnir til tiltakið.


Vit gleða okkum at síggja tykkum øll sum lesa innan byggivinnuna, tit við áhuga fyri byggivinnuni og bara eru forvitin at hoyra meira um ArtiCon og hvat fyritøkan fæst við.

Articon bjóða okkurt til matna við drekka afturvið.

Tekna teg til tiltakið á Facebook: https://fb.me/e/1vIg9q3Hu

UM ARTICON

Articon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld. Vit kunnu standa fyri ella vera partur av so at siga øllum verkætlanum ella byggiarbeiði so sum skrivstovubygningar, verksmiðjubygningar, goymsluhallir, umvæling og umbygging.

Undir slagorðinum “Eitt trygt grundarlag” leggur Articon stóran dent á at vera álítandi í sínum arbeiði, veita eina dygdargóða tænastu og halda gjørdar avtalur. Samstundis er orkan so mikið stór, at tað ber til at økja um ferðina, so tíðarfreistir kunnu haldast.

Heimasíða: https://www.articon.fo/