Hóskvøldið 20. juni verður seinasta av okkara sera vælumtóktu pubbkvissum hildin í Føroyahúsinum. Far ikki í summarfrí uttan at hava luttikið á hesi framúr kviss, har tú og lið títt vinna kalt úr barrini, um tit svara rætt upp á spurningarnar, sum kvissmeistari okkara hesuferð, Selma Ellingsgaard diskar upp við.
Tak tínar vinir í hondina og komið inn at kvissa og práta við landsfelagar tínar, áðrenn tit fara heim til heimlandið at sláa tykkara faldir.
Vit síggjast í Bláa húsinum hóskvøldið.
Skrá
Kl. 20.00: Dyrnar lata upp
Kl. 21.00: Byrja verður at kvissa
Kl. 23.00: Eftir kvissina verður barrin opin