24. januar: 60+

Mikudagin 24. januar kl. 13.00 fara vit aftur at hava ein hugnaligan dag, har 60+ararnir talríkir hittast í Føroyahúsinum til ein góðan bita, kaffi, te, kalt frá barrini, søtt, hugnaligt prát og samveru og áhugavert innslag. Borðreitt verður við góðum breyðbita kl.13.30.

Teknað teg og tíni við at senda boð á info@fohus.dk ella ringja ella skriva smsboð á 28 35 33 07 innan týsdagin 23. januar kl. 17.00.

Kostnaður 70,- Vit taka móti MobilePay og korti og gleða okkum at síggja tykkum.