24. novembur: Pubbkviss

Fríggjakvøldið 24. novembur verður vælumtókta pubbkvissin aftur í Føroyahúsinum.

Óluva Nattestad er vertur og fittastu starvsfólkini í heiminum reka barrina, ið sum altíð bjóðar eitt lítið, men gott og kalt úrval, av føroya frægastu drekkivørum.

Dyrnar lata upp kl. 20.00 og byrja verður at kvissa kl. 21.00.

ØLL eru vælkomin – vit síggjast í Føroyahúsinum!

Næsta pubbkviss verður fríggjakvøldið 8. desembur kl. 21.00 (dyrnar lata upp kl. 20.00)