26. desembur: Ræstkjøtaveitsla

Dyrnar lata upp kl. 17.00 og farið verður til borðs kl. 18.00. Atongumerki á 475,- kunnu keypast við at senda ein teldupost á info@fohus.dk við nøvnum á teim, ið luttaka. Síðan senda vit eitt skriv, har gjaldingarmøguleikar eru útgreinaðir. Til ber eisini at koma í húsið mánadagar og fríggjadagar at keypa atgongumerki.

Á matarskránni er durðasnapsur, ræst kjøt og súpan, dessert, kaffi og te. Barrin verður opin við góðum, føroyskum drekkivørum, bæði við og uttan alkohol.

John Holm og Kenneth Skoubo Bærendsen spæla til dans. Atlantic Airways hevur stuðla tiltakinum við ferðaseðlum til musikantarnar.