Eitt hugnaligt og kreativt jólakvøld verður fyri vaksin í Føroyahúsinum mánakvøldið 27. novembur kl. 19.00.
Fyrst verður ein serstøk jólalig tónleikauppliving, tá Birita, Anna Sofía og Lea syngja og spæla lívgandi jólaløg á pallinum. Síðani fara vit at klippa, klistra og líma og lata skapanargleðina ráða. Eina sermerkta jólastjørnu og kanska onkran eingil ella annað forkunnugt, fært tú heim við tær, nú jólini eru í hondum
Selma Ellingsgaard skipar fyri kreativu jólaverkstovuni fyri vaksin og leggur lag á. Heitt gløgg og rís a la mande verður til keyps í kaffistovuni og sjálvandi eisini te, kaffi og kalt úr barrini.
Ókeypis atgongd. GG! Tiltakið er fyri vaksin.