Nú stundar til ólavsøku, og sjálvsagt hátíðarheldur Føroyahúsið tjóðarhátíð okkara 28. juli við góðum smyrjibreyði við føroyskum viðskera, søtum, barr, lutaseðlum, tónleiki, felagssangi, kappróðri og borgarstjórarøðu á stórskíggja, fiskibrunni við meira.
Í hesum sambandi hava vit tørv á sjálvboðnum eldsálum, ið hava hug og tíð til at lyfta dagin saman við okkum. Hetta kann vera í mun til at standa í barrini, selja smyrjibreyð, rudda av, ganga til handa, vaska upp við mongum meira. Tú er vælkomin at ynskja tíð á degnum, har tú kanst taka eina hond í, og eisini er tað møguleiki fyri at ynskja serstaka uppgávu, um ein td ikki hevur orku/hug e.l. at standa í uppvaskinum ella í barrini.
Vaktirnar eru vanliga uml. fýra tímar til longdar, og sum tøkk skipað vit fyri einum serstakliga hugnaligum og stuttligum kokkagildi við alskyns góðum av etandi og drekkandi, har tú situr upp afturá, og ikki skal nerta uppvaskið ella serveringina.
Um tú hevur hug at verða ein partur av toymi okkara á ólavsøku, og harvið vera ein virkin partur av einum sera týdningarmiklum, hugnaligum og stuttligum degi í húsinum, so send okkum ein teldupost á info@fohus.dk.
Vit gleða okkum til at hoyra frá tykkum, øll hjálp er meir enn kærkomin, og ikki minst gleða vit okkum til enn eina framúr ólavsøku í Føroyahúsinum!