Fríggjakvøldið 29. september verður konsert í Føroyahúsinum við bólkinum Enekk. Tað eru Kári Sverrisson, sang og gittar, Agnar Lamhauge, bass, og Óli á Grindafløtti, klaver, ið manna bólkin.
Enekk komu fram í 1991, og høvdu lagið “Eru vit til?” við á útgávuni “Amnestytónum” tað árið. Enekk góvu fýra rættiliga ymiskar fløgur út árini 1993-2004, og nógvir tónleikarar hava verið partur av bólkinum í longri og styttri tíðarskeið; m.a. bulgarskir fólka- og jazztónleikarar, ið settu dám á fleiri útgávur. Hóast fleiri útgávur ikki eru komnar frá bólkinum, hevur Enekk verið at hoyrt á konsertum í Føroyum og uttanlands síðani tá. Umframt tónleik av Enekk-útgávum eru nýggjari sangir hjá Kára á skránni í Føroyahúsinum. Har verða eitt nú sangir við týddum kinverskum yrkingum, yrkingum eftir Jóannes Nielsen og íslendska skaldið Einar Már Guðmundsson.
Dyrnar lata upp kl. 19.00. Barrin verður opin.
Atgongumerki á 125,- kunnu keypast við at senda ein teldupost til info@fohus.dk. Eisini ber til at koma inn í húsið tá opið er mánadagar og fríggjadagar millum kl. 13.00 og 17.00.