3. desembur: Jólaheilsur og jólatræ

Sum siðvenja er í Føroyahúsinum verður jólatræ- og heilsur, sunnudagin 3. desembur kl. 15.00. Áðrenn haldið verður guðstænasta í Mariukirkjuni kl. 14.00. Borgny Brunings-Hansen, føroyskur prestur í Keypmannahavn prædikar. Børnini fáa pakkar frá Føroyahúsnissuni, vit syngja jólasangir, dansa jólatræ og kaffistovan selur gløgg, kaffi, te, rís a la mande við meira.

Tiltakið er ókeypis. Vit gleða okkum at síggja teg og tíni, vaksin og børn.