31. mars: Páskaborð, pubbkviss og popptónleikur (live)

Fríggjakvøldið 31. mars verður heilkvøldartiltak í Føroyahúsinum. Tú avgerð sjálv/ur, um tú luttekur í øllum trimum tiltøkum.

Kl. 18.00 – 20.30: Páskoborð við viðskera av landi og sjógvi. Kostnaður 160,- fyri verðin. Dyrnar lata upp kl. 17.30. Tekning til páskaborðið á info@fohus.dk, smsboðum ella við at ringja á 28 35 33 07 innan 29. mars kl. 12.00.

Kl. 21.00 – 23.00: Pubbkviss v. Óluvu Nattestad. Ókeypis atgongd frá kl. 20.30.

Kl. 23.00 – ??: Live tónleikur við John Holm og Kenneth Skoubo Bærentsen, sum spæla føroyskar og útlendskar sangir. Ókeypis atgongd. Barrin er opin alt kvøldið.