Leygarkvøldið 4. novembur kl. 18.00-22.00 í Føroyahúsinum: Í samstarv við MFS Keypmannahavn, bjóðar Føroyska Listafelagið til fernisering við heitinum Droymandi//Sveimandi.
Tær fimm ungu listakvinnurnar, sum sýna fram eru:
Tóra Hammar
Birgit Dahl Hansen
Jessica Klevang
Mirjam Jørgensen
Anna Sørensen
Umframt myndlist bjóðar hetta kvøldi eisini uppá tónleik frá Dávi Birgirsson, sum er útbúgvin av konservatorinum í Beijing og Keypmannahavn. Dávur Birgirsson spælir klassiskan guitar.
Barrin er opin, og selur øl og G&T til studentavinarligar prísir. Harumframt bjóðar Listafelagið ábit.
Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld.