5. novembur: Kreativ verkstova fyri børn

Barnatiltak

Sunnudagin 5. novembur kl. 15.00 skipa vit aftur fyri barnatiltaki í Føroyahúsinum!

Selma Ellingsgaard stendur fyri kreativari verkstovu. Vit fara m.a. at tekna og mála, líma, klippa og klistra. Øll børn eru hjartaliga vælkomin saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum avvarandi. Tiltakið er ókeypis og skilagott er at vera í klæðum, sum tola at fáa onkran málingablett.

Vit byrja kl. 15:00 og kl. 17:30 ber til at keypa barnavinaligan døgurðabita fyri kr. 50,-

Vinaliga sendið okkum eitt teldubræv á info@fohus.dk ella eini smsboð á fartlf.: 28 35 33 07 innan fríggjadagin 3. novembur kl. 17.00. Viðmerk hvussu mong tit eru og um tit ynskja at keypa barnavinaliga døgurðabita.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til enn eina kreativa, stuttliga og hugnaliga løtu saman