29. septembur, barnatiltak: Skapandi verkstova v. Selmu Ellingsgaard

Barnatiltak

Sunnudagin, 29. septembur kl. 15.00 skipa vit aftur fyri barnatiltaki í Føroyahúsinum. Tiltakið er ókeypis – og vit tekna og mála, líma, klippa og klistra. Skilagott er at vera í klæðum, sum tola at fáa onkran málingablett.


Øll børn eru so hjartaliga vælkomin saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum avvarandi. Selma Ellingsgaard stendur fyri tiltakakinum.

Vit byrja kl. 15:00 og vit gleða okkum at síggja tykkum til enn eina kreativa, stuttliga og hugnaliga løtu saman.