8. desembur: Jóla-Pubbkviss

Seinasta pubbkvissin í 2023 verður fríggjakvøldið 8. desembur. Dyrnar lata upp kl. 20.00 og byrja verður at kvissa kl. 21.00.

Fýra umfør við 10 spurningum um alt frá tónleik og film til ítrótt og politikk. Óluva Nattestad er vertur.

Øll eru vælkomin. Vit gleða okkum at síggja tykkum til ársins seinastu pubbkviss!