8. oktobur: Barnatiltak

Ókeypis barnatiltak har vit tekna og mála, líma, klippa og klistra 🎨

Øll børn eru so hjartaliga vælkomin saman við foreldrum, ommum og abbum ella øðrum avvarandi. Kom til eina hugnaliga, stuttliga og mennandi løtu í Føroyahúsinum 😃

Vit byrja kl. 15.00. Frá kl. 17.30 ber til at keypa barnavinaliga døgurðabita fyri kr. 50,-

Vinaliga boða frá luttøku á info@fohus.fo ella á tlf.: (+45) 28 35 33 07 í seinasta lagi fríggjadagin 06. oktobur kl. 17.00.

Skilagott er at vera í klæðum, sum tola at kanska fáa onkran málingaplett. Vit gleða okkum at síggja tykkum!