Aftur í ár skipar MFS Keypmannahavn fyri vælumtókta tiltakinum Betri Byrjan! Endamálið við tiltakinum er at geva øllum nýggjum lesandi eina Betri byrjan upp á lestrarlívið í Keypmannahavn. Tað kann kennast ómetaligt at flyta, so hetta er ein gyltur møguleiki at hitta onnur føroysk lesandi og ogna sær kunning um ymsu lestrarfeløgini, sum virka í Keypmannahavn
MFS skipar fyri undirhaldi, kappingum og nøkrum stuttum framløgum, og somuleiðis hava vit fingið dugnaligasta Jónas Gaard við bólki sínum at koma og spæla nøkur løg.
Tiltakið er ÓKEYPIS(!!), so takið vinfólkini við og komið til eina hugnaliga løtu saman við okkum í Føroyahúsinum fríggjakvøldið 8. septembur klokkan 19.00.
Vit gleða okkum at síggja tykkum
Tekna teg til tiltakið á Facebook: https://www.facebook.com/events/1596545877752914