Føroyahúsið hevur opið týsdagar frá kl. 15.00-19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið at fáa sær ein drekkamunn, lesa tey føroysku bløðini, keypa sær ein breyðbita við skinsakjøti/rullupylsu ella njóta ein kakubita. Eisini selja vit føroyskar fiskavørur, føroyskt bjór, ymiska sjokolátu og annað gott.