FLAGGDAGSHALD

Vit hátíðarhalda Flaggdagin, 25.04.22 við saltfiskamorli, kaku, kaffi, te, føroyskum drekkivørum, flaggdagskviss og samveru fyri rest í Føroyahúsinum.

Barrin verður opin til kl. 24.00. Eftir Flaggdagshaldið á Regensen kl. 17.00, sum MFS, Meginfelag Føroyska Studenta skipar fyri, verður farið í Bláa húsið á Vesterbrogade, har tú frá kl. 19.00 kann royna Kristionnusa fantastiska saltfiskamorl og heimabakaður kaku, drekka kaffi, te, føroyskar øl v.m.

Ikki minst fær tú høvið til at hitta landsmenn og kvinnur hetta merkiskvøldið. 

Kl. 20.30 verður flaggdagskviss, har tú kann royna teg í tínum kunnleika um merkið og føroyska mentan.

Kvissin er bygd upp eins pubbkviss. Vinnaraliðini fáa sjálvsagt ein flótandi vinning pr persón eftir egnum ynski úr barrini.

Sí facebook tiltak her.