Føroyahúsið í jólafrí

Føroyahúsið fer í jólafrí, fríggjadagin 22. desembur kl. 17.00, og letur upp aftur mánadagin 08. januar kl. 13.00. Tó so er sjálvsagt opið 2. jólakvøld, tá vit halda ræstkjøtaveitslu.

Leiðarin er at hitta 26. desembur til og við 28. desembur á info@fohus.dk og á tlf 28 35 33 07. Síðan fer hon í jólafrí frá 29. desembur til og við 05. januar.

Vit vilja ynskja øllum viðskiftafólkum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!