Leygardagin 12.03.22 hátíðarhalda vit Grækarismessu, dagurin, tjadrið kemur heim aftur á klettarnar, várinum og vónandi eisini komandi líggjari og betri døgum í allar mátar í Føroyahúsinum.
Kl. 15.00 verður einrøðuleikurin, “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”, sýndur.
Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum hann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur.
Høvuðspersónurin í leikinum hevur mjadnasjúkuna Calve Perthes, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd alt fyri eitt, tá hon verður uppdagað.
Føroyingar við nevndu sjúku og familjur teirra, hava ivaleyst havt ymsar avbjóðingar. Lítið er granskað á hesum øki, so vit vita lítið um hvørji hjáárin stóðust av at smábørn vóru send burtur.
Talan er um einrøðuleik, ið setir sjóneykuna á hetta viðkvæma evnið.
Hugskotið til leikin eigur Jógvan Andrias Joensen, ið fekk staðfest sjúkuna í 1963, og varð sum trý ára gamal sendur á Refsnes í Kalundborg, har hann varð innskrivaður í meir enn 2 ár.
Kostnaður: 200,-
Til ber at keypa atgongumerki í Føroyahúsinum gerandisdagar millum kl. 13.00 og 17.00 og við dyrnar, um atgongumerki eru eftir.
Leikrit & leiktjórn: Ria Tórgarð
Sjónleikari: Jógvan Andrias Joensen
Tónleikari: Edvard Nyholm Debess
Kl. 17.00: Grækarismessuhald
Kl. 17.10: Sjúrður Skaale, fólkatingslimur heldur røðu.
Kl. 18.00: Kokkur okkara borðreiður við fiski og kipsi.
Fiskurin er føroyskur fiskur frá Norðfra Danmark
Kafein og barrin er opin allan dagin og kvøldið.