Føroyski Jólabasarurin

Føroyski jólabasarurin hevur í nøkur ár verið eitt væl vitjað tiltak fyri føroyingar og onnur áhugaði. Basarurin hevur sín uppruna í føroyska kvinnnufelagnum, men er ein sjálvstøðug eind, ið er eitt samstarv millum kvinnufelagið, Føroyahúsið, ymsu førosysku feløgini og einstaklingar í og uttan fyri Keypmannahavn.

Endamálið er at stuðla kvinnum og børnum í Føroyum, sum eru í torførum støðum. Umframt hetta hevur basarurin eisini til endsmáls at stuðla mentarnarligum føroyskum tiltøkum, sum eru til gleði og gaman fyri føroyingar í Keypmannahavn og fólki ið eru áhugaði í tílikum.

Asley Højgaard, Katrin Nolsøe og Chirstin Plate hava ábyrgdina av basarinum.

Jólabasarurin verður hvørt ár hildin í novembur mánaði. Á sjalvum basarinum kanst tú keypa nógvar ymiskar dygdagóðar vørur, so sum ymiskt føroyskt bundið, pútur, listahandverk, føroyskur matur, føroyskt øl og snaps og aðrar gloypibitar. Harafturat kanst tú hugna tær í hugnaligu kaféini, práta við fólk og lurta eftir góðum tónleiki.

Alt arbeiðið í samband við basarin, verður útynt av sjálvbodnum, og nógvar kvinnur stuðla tiltakinum við at binda, seyma ella geva okkurt til jólabasarin.

Kvinnur, sum í tíðarbilum búgva á Hotel Tórshavn, bæði sjúklingar og avvarandi, hava í fleiri ár bundið til basarin. Umframt hetta er tað eina rúgvu av fólki sum til basarin smyrja bollar, bryggja kaffi, servera, pynta hølini, pakka rullupylsu, baka drýl o.s.fr. Tónleikarir spæla og syngja ella á annan hátt stuðla tiltakinum.

Hevur tú hug at geva eitt handverkaligt ískoyti til jólabasarin, so kanst tú venda tær til:

Asley Højgaard. Tel. 20754767.  E-mail: asley.h@live.dk
Katrin Nolsøe. Tel. 40624818. E- mail: kan@ungdomsskolen.kk.dk
Chirstin Plate. Tel. 28436532. E- mail: plate@webspeed.dk