Á Grækarismessu, leygardagin, 12.03.22 kl. 15.00, verður einrøðuleikurin, “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”, sýndur í Føroyahúsinum.
Einrøðuleikurin tekur upp søguligt fyribrigdi í føroysku- og donsku sjúkrahússøguni.
Um fráveru av foreldrum og um fráveru av børnum, eftir at foreldur vóru noydd at senda børn síni á sjúkralegu í Danmark, og um hjáárinini av hesum avgerðum.
Leikurin viðgerð tíðarbæra evnið, sálarheilsa, og lýsir samsundis leiðina frá skilnaði, einsemi, frátøku av samleika, um stongsil til endurreisn.
Leikrit, leikstjórn og pallsetan: Ria Tórgarð Hugskot.
Yrkingar og frásøgn: Jógvan Andrias Joensen.
Tónleikur og ljóðmynd: Edvard Nyholm Debess.
Plakat og leikskrá: Jón Sonni Jensen.
Leikari Jógvan Andrias Joensen.
Tónleikari Edvard Nyholm Debess.
Atgongumerki á 200,- fáast við dyrnar og í Føroyahúsinum gerandisdagar millum kl. 13.00 og 17.00.