Góðu viðskiftafólk,
Vegna tilmælini, stjørnin hevur borið fram í mun til koronustøðuna og vegna høgu smittutølini er avgjørt at avlýsa jólaborðhaldið, ið skuldi vera 14.12.21 kl. 18.00 og jólaaftanshaldið 24.12.21.
Harumframt er avgjørt at útseta ræstkjøtaveitsluna, ið skuldi verða annað jólakvøld, 26.12.21.
Annað jólakvøldsveitslan verður vónandi hildin tíðliga í nýggja árinum.
Kunngjørt verður á heima- og facebooksíðu okkara, tá dato fyri ræstkjøtaveitsluna er settur og atgongumerkini sett til sølu.
Kaffistovan og handilin, har tú m.a. kann keypa føroyakalendaran, føroyskar øl, føroyahússnapsin, føroyahúsplakatir og taskur, fiskavørur, heimagjørdar rullupylsur og skinsakjøt v.m. er opin sum vant gerandisdagar kl. 13.00 – 17.00.
Tit verða biðin um at vísa koronupass, tá tit koma í húsið. Harumframt verða tit vinarliga biðin um at bera munnbind, tá tit koma innar og tá tit flyta tykkum í húsinum.
Føroyahúsið fer í jólafrí frá og við mánadegnum 20.12.21 og letur upp aftur mánadagin 10.01.22 kl. 13.00.
Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig, koronufrí jól og eitt eydnuberandi, koronufrítt nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.
Kærar heilsur,
Føroyahúsið.