KUNNING UM UPPLATING Í 2022

Góðu viðskiftafólk,

Fyrst av øllum, vilja vit ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár.

Vit vóna, árið hevur verið gott higartil.

Ætlanin var, at Føroyahúsið skuldi lata upp aftur eftir jólafrítíðina 10. januar, men orsakað av avmarkingunum, restriktióninum, stjórnin setti fyri jól í samband við koronustøðuna, ber ikki til hjá okkum at lata upp aftur fyrr enn í fyrsta lagi 17.01.22.

Hetta kemst av, at Føroyahúsið verður flokkað sum mentanarstað, samkomuhús v.m.

Flokking, ið hevur við sær, at vit ikki hava loyvið at hava opið.

Vit eru, enn einaferð, sera hørm um støðuna, og vit lata tykkum frætta, so skjótt, vit vita meir um nær vit aftur fáa loyvið til at lata upp aftur.

Lýst verður á facebook- og heimasíðu okkara hesum viðvíkjandi.

Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á info@fohus.dk ella ringja á 28 35 33 07.

Vit síggjast vónandi innan alt ov leingi í Føroyahúsinum.