Marbles Lost Mini Doku + Frítt Val koncert

Klokkan 19.00 letur Føroyahúsið dyrnar upp fyri fyrstu sýning av einum mini dokumentari um Marbles Lost til Audition Days.

Framleitt hava Ásla Húsharð og Alina Koch.

Eftir sýningina spælur Marbles Lost nøkur løg frá nýggju útgávuni, Frítt Val.


Møguleiki verður at keypa Frítt Val plátuna og annað lekkurt merchandise Hjá Marbles Lost.

Harumframt er barrin/kaféin opin.