Ólavsøkuhaldið aftur í Føroyahúsinum

Nú kunnu vit gleðiliga boða frá at sunnudagin 28. juli verður ólavsøkuhaldið aftur í Føroyahúsinum.

Umvælingin av niðaru hæddini í bláa húsinum er liðug og skráin, ið er full í góðum tiltøkum, er løgd.

Vit gleða okkum til aftur at hátíðarhalda tjóðardagin í bláa húsinum á Vesturbrúgv.

Fyri Facebook tiltak trýst her.