Sunnudagin 13.02.22 kl. 16.00 kemur Magni Laksáfoss á siga frá bókini, Beinta, hendingarríka lív hennara funnið í søguligum skjølum (fyrra bókin).
Bókina hava Magni og mamma hansara, Lydia Laksáfoss skrivað saman um tiltiknu Beintu, ella illu Beintu, sum hon eisini – helst órættvíst – varð og verður kallað, ið varð fødd í Havn umleið 1672.
Lesibólkurin í Føroyahúsinum hevur lisið bókina.
Bólkurin er sera hugtikin og ovfarin av at søgan um Beintu brádliga verður søgd fullkomuliga ørðvísi enn hon, flest okkara hava fingið sagda um Beintu gjøgnum m.a. søgnina, har hon verður lýst sum ein sera harrendur persónur, tey flestu tóktust at ræðast og sum dagin í dag verður nýtt sum dømi um ein persón, ein ikki ynskir at vera líkur.
Frá at síggja og fata Beintu sum eina fáfongda, mannfólkasjúka, ísakalda prestadrápskvinnu sóu vit nú heldur eina rættvísa, sterka, hart roynda arbeiðssama, tolna, djarva kvinnu, mammu maka, dóttir, systir við mongum meira, ið livdi í eini tíð, har avbjóðingarnar í tilveruni vóru nógvar, harðar og krevjandi við m.a. sjórænaraálopum, hørðum vetrum, mutri, hungursneyð, sosialum ójavnleika, kynsójavnleikum, sjúkum, frændaveldi, vánaligum livikorum við mongum meira.
Vit sóu eina kvinnu koma til sjóndar, ið hevur fingið eitt rykti, ið als ikki samsvarar við tær keldur, Lydia og Magni Laksáfoss havi funnið fram til, lisið og granskað og síðan sett hegnisliga saman til eina lætt lesiliga, serstakliga áhugaverda og ikki minst læruríka frásøgn frá ein tíð, vit annars ikki hava nógvar nágreinar og væl frásagdar frágreiðingar frá.
Øll eru vælkomin til forvitnisligu rithøvundavitjanina.
Tiltakið er ókeypsi.
Kaffistovan verður opin og til ber at seta høvundanum spurningar um bókina og granskingararbeiði.
GG: Mándagin 14.02.22 byrja vit at lesa skaldsøguna, Barbara, Barba og Harra Pál á FO, eftir Jørgen Frantz Jacobsen.
Stutt um lesibólkin í Føroyahúsinum:
Lesibólkurin í Føroyahúsinum er hvørt mánakvøld kl. 19.00 – 21.00. Um tú hevur hug at vera við í lesibólkinum í Føroyahúsinum, send ein t-post á info@fohus. dk ella ring/send sms á 28 35 33 07. Øll eru vælkomin, og onki krevst annað enn hugurin at lesa bøkur. Tey, ið ikki eru stinn í at lesa á føroyskum eru vælkomin at lesa bøkurnar á donskum. Vit leggja okkum nevniliga eftir at lesa føroyskar bókmentir týddar til danskt, so øll kunnu vera við. Vit leggja okkum eisini eftir at lesa núlivandi høvundar, so hesir kunnu vitja á rithøvundavitjanunum í húsinum.